Dokumentarsending um ORKA í svenskum sjónvarpi

Í november í fjør varð sjónvarpssending um ORKA at síggja á DR1 og DR2. Í kvøld, 25. mars klokkan 21:30, verður sama sending varpað á svensku rásini Kunskapskanalen. Sendingin er næsti partur av 4 í røðini ?Langt ude?, ið er um norðurlendsk listafólk, ið velja at skapa list úti á bygd í staðin fyri at flyta til miðstaðarøkini.

 

Í samband við sendingina gjørdi DR eina undirvísingarheimasíðu um ORKA, har ein hevði møgulika at síggja sendingina, umframt at lesa og síggja annað tilfar um ORKA.