Tað er als ikki óvanligt, at dystirnir millum tey bæði sigursvandu stórfeløgini í sponskum fótbólti, Real Madrid og Barcelona, vanliga nevnt El Clásico, endar í ruðuleiki og ákærum um svik.
Í ár ber tó av, tí longu ein heilan mánað áðrenn dystin, ið eftir ætlan skal spælast 21. november, eru tað ákærur um svik í samband við stórdystin, ið dominera yvirskriftirnar í sponskum miðlum.
Men hesaferð eru tað ikki Cristiano Ronaldo, Pepe, Lionel Messi ella Javier Mascherano ella aðrir spælarar, ið verða ákærdir fyri óreiðiligt spæl. Upphavið til alt rokið stavast nevniliga frá einum av linjudómarunum, ið er valdur at døma dystin.
Linjudómarin er staðin fram og ákært sponsku dómaranevndina fyri svik. Sambært linjudómarunum, so hevur dómaranevndin givið honum greiðar leiðbeiningar, um at døma til fyrimuns fyri spanska kongafelagið, Real Madrid.
Tað er spanska blaðið L'Esportiu, ið var fyrst við tíðindunum. Sambært blaðnum, so sigur linjudómarin, at dómaranevndin hevur lagt trýst á hann og givið honum greið boð um at døma móti Barcelona.
Eitt annað spanskt blað, Mundo Deportivo, veit at siga, at dómaranevndin hevur fingið eina skrivliga kæru frá linjudómaranum, men at nevndin ikki kenst við ákærurnar.
- Eg veit slett ikki hvar hann hevur hetta frá. Tað er sum tikið úr eini Kafka-skaldsøgu, sigur ein av nevndarliminum í dómaranevndini, José Angel Jiménez Muñoz Morales við Mundo Deportivo.