Eystara landsrættur fríkendi fyri løtu síðani kringvarpsfólkini, Dia Midjord, stjóra, Liljan Weihe, tíðindaleiðara, og Jan Lamhauge, journalist, umframt fyrrverandi tíðindaleiðaran á Portalinum, Sveinur Tróndarson, fyri at hava ærumeitt formannin í Fólkaflokkinum, í teirra viðgerð av tollmálinum í báðum miðlinum.
Einasta viðmerking frá Eystara landsrætti var at yvirskriftin: "Snýtti í tolli. Snýtti landskassan fyri 600.000 krónur." var ógrundað.
Jørgen Niclasen skal rinda 375.000 krónur til tey fýra tíðindafólkini fyri sakarmálskostna.
Harvið var Eystari landsrættur ikki samdur við dóminum í Føroya rætti, ið metti at journalistarnir høvdu ærumeitt táverandi landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Tað vóru kringvarpsfólkini, Dia Midjord, stjóri, Liljan Weihe, tíðindaleiðari, og Jan Lamhauge, journalistur, umframt fyrrverandi tíðindaleiðarin á Portalinum, Sveinur Tróndarson, ið høvdu kært dómin í Føroya Rætti fyri hægri rætt.
Sjálvt rættarmálið var í Føroyum í døgunum 29. og 30. september og 6. og 7. oktober.
Meira um dómin og viðmerkingar til dómin seinni.