Løgtingsmaðurin, Bill Justinussen, heldur, at dómurin, sum varð sagdur í Føroya Rætti í dag í málinum millum Jørgen Niclasen, landsstýrismann og fýra tíðindafólk, eigur at fáa avleiðingar fyri Kringvarpið, har trý av hesum fólkum starvast.
- Jú, eg haldi, at dómurin eigur at fáa fylgir fyri Kringvarpið. Trúvirðið hjá Kringvarpinum, sum verður goldið úr hvørjum heimi í Føroyum, hevur ongantíð verið so lágt.
Bill Justinussen segði í sendingini Radarin hjá Kringvarpinum í dag, at miðlarnir eiga ikki at hava so stóra makt, at teir bara kunnu fara eftir politikarum og jagstra tey, til tey liggja eftir á.