Donald Trump: - Tað fara tit at finna út av!

Amerikanski forsetin vil ikki svara, hvussu langt USA vil fara fyri at fáa ræðið yvir Grønlandi. - Tað fara tit at finna út av, sigur hann

Í gjár hevði amerikanski forsetin, Donald Trump, tíðindafund í samband við, at hann í hesum umfari hevur verið forseti í eitt ár.

 

Sambært Ritzau, sum Sermitsiaq endurgevur, vildi hann á tíðindafundinum ikki svara, hvussu langt USA er til reiðar at fara fyri at fáa ræðið yvir Grønlandi.

 

- Tað fara tit at finna út av, svaraði forsetin einum tíðindafólki á tíðindafundinum, sum var í Hvítu Húsunum.

Væntandi er, at amerikanski forsetin í dag fer at halda røðu á toppfundinum í World Economic Forum, sum í hesum døgum er í Davos í Sveis.

 

Trýstið, ið hann sum forseti hevur lagt á Danmark og Grønland, hevur sum skilst verið nógv frammi á toppfundinum.

 

- Tað eru nógvir fundir um Grønland, eg eg vænti, at hetta fer at ganga ógvuliga væl, segði Donald Trump á tíðindafundinum.

 

Forsetin varð eisini spurdur, um hann er sinnaður at lata verjusamgonguna Nato fara í upploysn fyri at fáa ræðið yvir Grønlandi.

 

- Eg vænti, at vit fara at finna út av onkrum, sum Nato fer at fegnast um, og sum vit verða fegin um.

 

Eisini á hesum tíðindafundinum í Hvítu Húsunum endurtók Donald Trump, at USA hevur brúk fyri Grønlandi - av trygdarávum.

 

Farna vikuskiftið hótti amerkanski forsetin Danmark og sjey onnur evropeisk lond við tollhækkingum hin 1. februar, um USA og Danmark ikki kunnu semjast um Grønland.

 

Samstundis fanst hann at londum í Evropa fyri at hava sent herfólk til Grønlands, sum lið í einari hernaðarvenjing, sum Danmark stóð á odda fyri.