- Hetta er ein tilgongd, sum vit fóru undir í 2025, har alt tað formliga kom uppá pláss. Men samtykt bleiv, at Skopunar kommuna skuldi koma á vangan fyrst í 2026.
Soleiðis siga tey í Skopunar kommunu, har tey bæði fegnast og eru errin av at vera á vanganum. Tey vóna og vænta, at hetta verður til gagns fyri borgararnar.
- Hetta er nýtt fyri okkum, og vit eru spent uppá skipanina, sum fer at lætta um fyrisitingarliga partin og gera tað lættari at røkka borgarunum.
Í Skopun vísa tey á, at tey eitt nú kunnu brúka eina skipan, sum kallast hóp-boð.
- Hetta er ein skipan, sum skal gera, at kommunan í sms-boðum kann geva skjót boð út til borgaran.
Tey halda, at hetta kann vera sera hent, um eitt nú ein vatnleki brádliga stingur seg upp.
- Tá kann tað vera torført at náa út til øll, men hetta verður nú lættari og skjótari, tí sms-boðini verða send beinleiðis til borgaran.
Í Skopun ásanna tey, at skipanin er nýggj fyri tey, og tískil er væntandi, at vangin hjá kommununi verður dagførdur so við og við.











