- Við Huldulitt verður varpað ljós á okkara ríka siðaarv, sagnir og mentan við huldusøgum, trøllum og álvaheiminum í miðdeplinum, og hetta gera vit við at hava ljósinstallatiónir og upplivingar fyri bæði børn og vaksin.
Tað sigur Siri S. Hansen, varastjóri á Visit Tórshavn.
Fleiri av teimum mest vitjaðu tiltøkunum í fjør eru aftur á skránni í ár, umframt nýggj spennandi tiltøk, grundað á stóra áhugan og eftirspurningin undanfarna ár.
- Viðarlundin - ella Huldulundin - sum hon kallast hesa vikuna, varð sera væl vitjað í fjør, og fegnaðust fólk um lívið og ljósið í hesi myrku tíð, og hava vit lagt gamla kirkjugarðin á Svínaryggi aftrat prýddu økjunum í ár, sigur Siri.
Setanin av Huldulitt verður á Listasavn Føroya leygardagin 31. januar klokkan 16, har Elsa Berg, borgarstjóri, fer at bera fram røðu, Hjálmar Dam fer at siga eina søgn, og Lyon Hansen fer at framføra tónleik.
Eftir setanina ber til at fara ein túr gjøgnum Huldulundina og hyggja at vøkru ljósinstallatiónunum og leita eftir huldufólkum, og síðan ganga oman til Steinatún, har eitt animerað listaverk eftir Elinborg Lützen verður avdúkað klokkan 17.30, meðan FRUM fer at framføra.
Eisini fer listamaðurin, Bárður Jákupsson, at siga nøkur orð.
- Hetta var ein serstøk løta í fjør, og verður tað ivaleyst tað sama í ár, væntar Siri S. Hansen.
Alla vikuna verða ymisk tiltøk og serlig huldulig tilboð frá handlum, matstovum og hotellum á skránni. Leygardagin 7. februar hava handlarnir longri opið, og sunnudagin 8. februar endar Huldulitt við eini Huldurekkjukoyring á súkklu.
- Tað er nevnliga allur býurin, ið ger seg til reiðar at siga farvæl við myrkrið og taka ímóti ljósari tíðum, og øll kunnu vera við.
Siri vísir á, at eit nú kunnu stovnar og skúlar skapa ymiskt til Huldulandið í viðarlundini, og verður tað sýnt fram alla vikuna.
- Øll kunnu skipa fyri tiltøkum, sum kunnu vera við til at kveikja áhugan fyri okkara sagnum. Tað er bert hugflogið, sum setir mørkini, leggur hon aftrat.
Meira kunning er at finna á heimasíðuni hjá visittorshavn.fo/huldulitt og á Facebook síðuni hjá Visit Tórshavn.
- Øll eru vælkomin at vera við og uppliva býin í einum nýggjum og gandakendum ljósi, sigur Siri S. Hansen, varastjóri á Visit Tórshavn, at enda.
##med2##
##med3##
##med4##














