USA váttar, at landið hevur framt loftálop á høvuðsstaðin í Jemen, Sana. Sagt verður, at álopini vórðu vend móti hernaðarmálum hjá houthi-uppreistrarbólkinum.
USA sigur, at millum málini, sum eru álopin í kvøld, eru rakettgoymslur og ein kommando-og eftirlitsstøð hjá houthi'arum.
Lagt verður aftrat, at fleiri dronur hjá houthi'arum eisini eru skotnar niður yvir Reyðahavið, og eins og ein sonevnd antiskipsrakett eisini er skotin niður.
Fyribils er einki sagt um, hvørt amerikansku álopini hava elvt til persónsskaðar í Jemen.
Á hinari síðuni hava 16 fólk í Ísrael fingið løstir, tá ein rakett, sum varð skotin upp úr Jemen, rakti ísraelska stórbýin, Tel Aviv, í dag.
Houthi'arar verða stuðlaðir úr Iran og uppreistrarbólkurin, sum hevur ræðið á stórum pørtum av Jemen, hevur tikið ábyrgdina av álopinum á Tel Aviv í dag.
Uppreistrarbólkurin sigur, at álopið var vent móti hernaðarmálum í Ísrael.
Álopið á Ísrael kom eftir, at í minsta lagi níggju fólk lótu lív í einum ísraelskum loftálopi á høvuðsstaðin í Jemen, Sana og havnarbýin, Hodeida, hósdagin.
Houthi'arar hava framt fleiri álop á Ísrael og móti altjóða skipaferðsluni í Reyðahavinum síðan oktober í fjør.
Uppreistrarbólkurin sigur, at álopini fara at halda fram, til Ísrael steðgar við sínum álopum í Gazageiranum, veit tíðindastovan NTB at siga í kvøld.