Eitt metstórt tal av monnu og kvinnum í Danmar eru í ferð við at skifta kyn.
Tað váttar Center for Kønsidentitet (CKI) á ávikavist Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn og Aalborg Universitetshospital. Tað skrivar Kristeligt Dagblad.
CKI stendur fyri at greiða persónar, sum kenna mishug við lívfrøðiliga kyn sítt, og yvirlæknar á báðum sjúkrahúsum hava merkt sera stóran vøkstur í áheitanum.
357 fólk vórðu ávísti til klinikkin í Aalborg í 2018, meðan tey í 2016 vóru 19, upplýsir Region Nordjylland.
Astrid Højgaard, leiðandi yvirlækni á Center for Kønsidentitet og Sexologisk Center ved Aalborg Universitetshospital, heldur at skjótt vaksandi talið er tekin um órógv.
– Nú bóltar inn við umsóknum, og eg ivist ikki í, at vit bara hava sæð ein brotpart av tí enn. Vit kunnu so hugsa um, at nógv fólk hava verið noydd at liva í tí skjúlda við skom, har tey í dag í nógv størri mun tora at stíga fram og siga, »her eri eg«, sigur hon.
– Nógv teirra hava fyrr gingið undir radaranum og hava kanska leitað sær hjálp uttanlands. Tað hevur broytt seg, sigur hon.
Á Ríkissjúkrahúsinum eru metnógv fólk í løtuni í hormonviðgerð við annaðhvørt kvinnuligum ella mannligum kynshormonum.
Í 2013 var tað færr enn 20 sjúklingar, sum árliga vórðu ávístir til hormonviðgerð, ímóti 230 sjúklingar í 2018.
Eisini á Klinik for Plastikkirurgi á Ríkissjúkrahúsinum eru nógv fleiri sjúklingar – frá 215 í 2017 til 346 í 2018.
Malene Hilden, yvirlækni á Center for Kønsidentitet á Ríkissjúkrahúsinum, sigur:
– Sama gongd ger seg galdandi alla staðni í Vesturheiminum. Tað er uttan iva tí, at viðurkenningin av, at tað ikki er talan um sálarliga líðing. Í gomlum døgum varð tað at vera transkyndur mett sum ein perversión, men í dag vaksur forstáilsi fyri, at tað ikki bara ein eitt gott hugskot, sigur hon.
– Transkyndur er ikki nakað, tú verður, tað er nakað, tú ert. Hormonviðgerð hjálpir sjúklingunum at vera tað kyn, sum teir meta seg at vera, og tað hjálpir øðrum at lesa tey rætt av.
/ritzau/
(Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Malene Hilden, yvirlækna á Center for Kønsidentitet á Ríkissjúkrahúsinum)