Dorus stórtrívist uttan spakan

Hann hevur gravað Klaksvík upp og niður, men síðani hann gjørdist 80 ára gamal, hevur Dorus Johannessen ikki arbeitt. Hann hevur tó ongar trupulleikar við at fáa tíðina at ganga. Hann er tíðliga á fótum, og hann situr ikki stillur

 

Hóast hann var til sjós sum ungur, endaði Dorus Johannessen sum arbeiðsmaður á landi.

Spakin og eyrhøggarin hava verið arbeiðsamboðini fram um onnur, og ikki fyrr enn hann gjørdist áttati ára gamal, tveitti hann spakan frá sær.

Nógvu frítíðina, sum hann hevur havt síðani, hevur hann ongar trupulleikar havt av, og hann situr ikki heima og kúrir.

? Eg fari upp klokkan seks á morgni, og eg siti ikki stillur, sigur Dorus Johannessen, sum er 81 ára gamal og býr saman við konuni í Torvgøtu í Klaksvík.

Dorus vaks upp á Húsum, men hann var nógv í Klaksvík sum ungur. Í 1944 flutti hann til Klaksvíkar at búgva, og har hevur hann búð síðani.

Hóast Dorus er kendur sum arbeiðsmaður og hevur gravað fyri SEV, Telefonverkið og Klaksvíkar kommuna, byrjaði hann arbeiðslívið á sjónum.

? Eg fór fyrsta túrin til skips sum 15 ára gamal í 1934. Tað var við Bjørgvin, sum fór til Grønlands. Eg var við Bjørgvin í trý ár, áðrenn eg fór við Polarfarinum, greiðir Dorus frá.


Sigldi øll krígsárini

Dorus sigldi øll krígsárini við Fimm Systrum. Teir sigldu við fiski niður til Bretlands, og hóast kríggið leikaði á, og teir sóu avleiðingarnar av hesum, var Dorus ongantíð úti fyri beinleiðis álopi.

? Eg minnist, at eg spurdi Dávur Joensen, um eg kundi fáa kjans við Fimm Systrum. Hann hevði trupulleikar við at fáa fólk, og tí slapp eg sjálvandi við. Tað var kríggj, men tað vit máttu halda áfram. Tað bar ikki til bara at gevast á hondum, sigur Dorus.

Einu ferðin fleyg eitt týskt flogfar yvir teimum, tá teir næstan vóru komnir til lands í Føroyum.

? Eg var kokkur, og teir róptu á meg, at ein flúgvari var yvir okkum. Eg hugsaði fyrst um at seta byttuna frá mær, so hon ikki skuldi koppa, áðrenn eg fór á dekkið. Týskarin fleyg yvir okkum, men hann tveitti onga bumbu. Aftaná hugsaði eg við mær sjálvum, Dorus, tín dummi hundur, tú hugsar um byttuna, meðan ein týskari flýgur uppi yvir tær, greiðir hann frá á sínum lætta norðanmáli.

? Hatta er helst eitt dømi um, at hóast vandin allatíðina var stórur, so gingu vit ikki allatíðina og stúrdu. Eg haldi tó, at tað var merkisvert, at vit skuldu kunna sigla øll krígsárini. Vit sóu onkrar bardagar, og vit sóu flogfør detta niður, men vit vóru ongantíð álopnir, sigur Dorus.

Fór at grava

Nakað eftir kríggið fór Dorus í land at arbeiða. Telefonverkið bjóðaði graviarbeiði út, og Dorus bjóðaði. Boðið var fýra krónur fyri meturin, og hann fekk arbeiðið. Síðani tá hevur hann tykist við graviarbeiði av ymsum slagi.

? Alt skuldi gerast við hond. Vit høvdu ongar maskinur, so tað var strævið at grava fyri káplunum. Men hóast tað, tímdi eg væl hetta arbeiðið, sigur Dorus.

Hann hevði fleiri mas í arbeiði hjá sær, og um summrarnar, tá menn vóru heima, kundu tað verða upp í 10 mans til arbeiðis.

- Avtalurnar vóru í nógv ár, at arbeiðið skuldi gerast liðugt, áðrenn eg fekk pengarnar fyri tað, so tað kundi eisini verið tungt at løna monnum í longri tíð og bíða eftir pengunum fyri arbeiðið. Men onkursvegna bar tað til hóast alt.

? Menninir, sum arbeiddu hjá mær, fingu vanliga meiri enn tímalønina, tí eg segði við teir, at vildu teir leggja rygg til, so skuldu teir eisini fáa løn fyri avrikið. Gekk arbeiðið skjótt og væl, ja, so vóru fleiri pengar til menninar. Teir skuldu eisini merkja, at tað gekk væl, greiðir Dorus frá.

Dorus arbeiddi í 25 ár fyri Telefonverkið, og onkuntíð vóru eisini onkrar uppgávur at gera fyri SEV.

Tað var ikki fyrr enn fyrst í sjeyti árunum, at hann slapp at brúka fyrstu maskinuna at grava við. Tað var bestýrarin á Strond, sum helt, at tað var so strævið hjá Dorus og hansara monnum, at teir høvdu eina lítla maskinu fyri neyðini. Tað var í 1973, at teir fingu fyrstu Cobra-maskinuna, men tað varð framvegis grivið og høgt nógv við hond eftir tað.

Tað hava fleiri stórarbeiði verið á skránni seinastu mongu árini. Dorus hevur syrgt fyri vatnleiðingum hjá kommununi úr Svartadali og heim í býin, og somuleiðis hevur hann tvær ferðir grivið fyri vatnleiðing av Borðoyaneshálsi og heim.

? Mær dámdi altíð væl at fara til arbeiðis. Eg havi ongantíð havt trupulleikar við at fara upp og avstað.

Gavst tá hann gjørdist 80

Dorus hevur verið ein verulig býarmynd í Klaksvík. Hann hevur grivið nógv í Klaksvík, og hóast hetta arbeiðið hevur verið til stóra nyttu, hava onkur fólk við hvørt havt hug at ilskast inn á hann.

? Fólk kundu verða ill, tí alt var so væl gjørt, og so skuldi eg koma og oyðileggja alt. Men tað bar altíð til at tosa fólk til sættis, og eg havi ongan óvin fingið av graviarbeiðnum. Fólk skiltu eisini tað, at okkurt mátti gerast, um nú ein vatnleiðing inn til teirra var farin og skuldi gerast í stand, sigur Dorus.

Dorus arbeiddi til hann fylti 80 ár fyri hálvum øðrum ári síðani. Tá legði hann spakan frá sær, og hann hevur ikki verið til arbeiðis aftur síðani. Nú er tað næsta ættarliðið, sum hevur yvirtikið felagið hjá honum.

? Tað var ikki ringt at gevast, tí eg hevði gjørt upp við meg sjálvan, at tað eg gjørdist 80, so var nokk arbeitt, sigur Dorus.

Øll fáa vitjan

Nú hevur Dorus nógva frítíð, men hann hevur altíð okkurt at takast við.

Hann ger nógv av at vitjan fólk, sum liggja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og hetta er nakað, sum starvsfólk og sjúklingar eru sera glaðir fyri. Dorus er lættur á fótum, hann dugir væl at práta við fólk, og so hevur hann altíð ein greiðan boðskap við til tey, hann vitjar.

? Tað kann væl verða, at onkur hevur hug at smílast at mær, tí eg vitji fólk á sjúkrahúsinum, men tað bilar einki. Fólkini, sum eg komi inn til, eru glað fyri at eg vitji tey, og tað er tað, sum hevur týdning. Eg fari inn til øll fólk uttan mun til, hvør tað er. Eg havi eitt orð til teirra, og ofta verður tað eisini til gott prát, sigur hann.

? Ein dag fyrstu døgunum helt eg, at eg hevði verið í so álvarsamur á eini stovuni, og næstu ferð eg var á sjúkrahúsinum, helt eg ikki, at eg skuldi fara inn har aftur. Men í tí eg kom fram við, rópti konan á meg, so tað hoyrdist um alla gongina. Nei, tað var einki við at fara framvið, greiðir Dorus frá.

Duga ov illa at fyrigeva

Dorus sigur, at hann fer frá song til song, tá hann er á sjúkrahúsinum.

? Við hvørt kann tað verða eitt sindur tungt at fara at vitja onkran, men kann eg hjálpa, so vil eg. Vit skulu øll yvirum, og tað, sum liggur mær á hjartað, er, hvussu fólk hava tað við Gud. Nógvir duga nógv betri enn eg at prædikka, men tað eru ikki míni orð, sum eg beri - tað er Guds orð.

Dorus heldur, at fólk duga ov illa at fyrigeva hvørjum øðrum.

? Tað kostar so nógv hjá summum at fyrigeva, at tey klára tað ikki. Eg havi sæð, hvussu nógv Harrin hevur fyrigivið mær, so hví skal eg so ikki kunna fyrigeva, spyr hann.

? Eg angri einki, sum eg havi gjørt, hóast alt langt frá hevur verið fullkomið. Nú er liðugt við at arbeiða og vinna pengar, nú vil eg fegin gera nakað fyri einki, sigur Dorus.