Doyði í bátsvanlukku

Fyrrverandi sjómansskúlastjórin í Klaksvík, Frans Jacobsen, doyði fríggjadagin á Gøtuvík. Av ókendur orsøkum fór hann á land í báti sínum. Líkið varð funnið leygarmorgunin úti undir Lambarætt

Ein bátsvanlukka kravdi fríggjadagin eitt mannalív. Talan er um hin 74 ára gamla Frans Jacobsen úr Norðagøtu, sum fríggjamorgunin var farin á flot. Á veg inn á Gøtuvík fór hann á land í áttamannafari sínum nakað innanvert Mjóvanes. Staðið verður nevnt úti undir Lambarætt


Funnu líkið leygarmorgunin


Løgreglan í Runavík fær fyrstu fráboðanina um tilburðin klokkan 16.05. Sagt verður, at fleiri bátar longu tá eru og leita í økinum. Um sama mundið kemur vaktarskipið Tjaldrið av tilvild á leiðina við útróðrarbátinum Brandi á sleip. Teir á Tjaldrinum boða løgreglu og marinustøð frá, at vrakrestir av einum træbáti eru sæddar. Marinustøðin sendir donsku sjóverjutyrluna í luftina, og hon hongur yvir vanlukkustaðnum o.u. hálvan tíma. Lýst verður við ljóskastara av tyrluni, men onki úrslit spyrst burturúr tí leitingini.

Seinni á kvøldi halda froskmenn av Tjaldrinum seg síggja líkið av Frans á botni, men teir mettu tað ikki vera ráðiligt at fara niður, tí uppgangurin var so nógvur. Bíðað varð til leygarmorgunin, og tá eydnaðist at fáa hendur á líkið, sum ikki hevði flutt seg úr vanlukkustaðnum.


Virkin til deyðadagin


Frans Jacobsen var kønur á sjónum. Fleiri ár var hann við trolara eins og hann sigldi úti. Hann var skipsførari og mong ár lærari á sjómansskúlanum í Havn. Seinni varð hann stjóri á sjómansskúlanum í Klaksvík. Hetta starvið røkti hann til hann fór frá vegna aldur.

Fráfarin gjørdist hann sera virkin í forminnisfelagnum í Gøtu. Hann legði nógva orku í kenda forminnisbýlingin í Norðagøtu, har m.a. Gøtutróndur sigst hava búð. Um summarið plagdi Frans at vísa ferðafólki gomlu húsini, og hegnisliga greiða teimum frá søgum, ið hava samband við forna staðin. Sjómaður var Frans Jacobsen til hann doyði á Gøtuvík. Sagt verður, at hann var á floti hvørja ferð høvið beyðst.