Danin Peter Madsen situr ein lívstíðardóm fyri dráp. Hann er nú handtikin eftir at hava hótt seg úr fongslinum.
Løgreglan hevur handtikið ein persón í málinum um fangaflýggjan, og í tí sambandi er nógv løgregluvirksemi á gøtuni Nyvej í Albertslund, sum fyribils er stongd.
Tað er drápsmaðurn Peter Madsen, sum hevur roynt at flýggja. Hann er dømdur fyri at hava dripið svenska journalistin Kim Wall í 2017. Tað gjørdi hann í heimabygda kavbáti sínum.
Myndir av staðnum vísa Peter Madsen, sum situr niðri, meðan vápnað løgregla og hundar liggja á vegnum nakað frá honum.
Sambært B.T. skuldi 49 ára gamli maðurin hava hótt seg úr fongslinum umleið klokkan 9 okkara tíð við at siga, at hann hevði eina bumbu uppi á sær. Bumburuddarar eru á staðnum, skriva fleiri miðlar.
##med2##
Københavns Vestegns Politi vil ikki vátta, um tann flýggjaði – og handtikni fangin – er Peter Madsen.
Hann situr sín dóm í Herstedvester Fængsel, sum er nakrar hundrað metrar frá staðnum, har løgreglan hevur handtikið hann.
Undir rættarmálinum var Betina Hald Engmark verji hjá Peter Madsen. Men frá skrivstovuni hjá Hald Engmark vita tey einki um málið, og tí kunnu tey hvørki vátta ella avsannað, um hann skuldi verið flýddur.
Ritzau ehvur verið í sambandi við miðladeildina hjá Kriminalforsorgini, sum stutt eftir klokkan 11 ikki kann upplýsa, um nøkur roynd at flýggja hevur verið frá Herstedvester Fængsel ella ikki.
##med3##
Peter Madsen hevur undir málinum notkað at hava misrøkt og dripið journalistin Kim Wall í kavbátinum. Hon doyði av eini ólukku, hevur hann greitt frá í bý- og handilsrættinum.
Men býarrætturin í Keypmannahavn kendi hann sekan, og Eystari Landsrættu staðfesti lívstíðardómin í 2018.
Í einum parti av dokumentarinum »De hemmelige optagelser med Peter Madsen«, sum varð vístur fyri stuttum, viðgongur kavbátabyggjarin, at hann drap Kim Wall.
Discovery Networks Danmakr hevur gjørt sendingina, sum kann sæst á Dplay. Og har verður spurt:
##med4##
- Det er der, hun får trigget dig, og det er der, det definitivt går galt, at du i stedet for at slå på dig selv, ender med at slå hende ihjel?
- Ja, svarar Peter Madsen.
Hann greiðir tó ikki nærri frá, hvussu hon varð dripin.
– Eg veit ikki, hvat gjørdi ítøkliga, spesifkt og fysiologiskt, at Kim doyði, sigur Peter Madsen.
##med5##
Lívstíðarfongsul verður mett sum strangasti dómur í Danmark og er sum útgangspunkt fongsul restina av lívinum.
Ein persónur, sum er dømdur í fongsul fyri lívstíð, kann í fyrsta lagi verða leyslatin eftir 12 ár, og í miðal verða teir lætnir leysir eftir 16-17 ár í fongsli. Vanliga skal meira enn eitt morð til, at brotsmenn verða revsaðir við lívstíð.
##med5##
Tað vóru skerpandi umstøður í málinum ímóti Peter Madsen, at drápið varð planlagt, og framt við »usædvanlig grovhed«, og at Kim Wall var í eini púra sakleysari støðu í kavbátinum.
/ritzau/