Dráttur hevur takið á Fleyr

Fyri triðju ferð innan fyri fáar vikur eydnaðist Drátti at vinna á Fleyr, sum nokk endaliga misti FM-finalumøguleikan, meðan Dráttur meldaði seg innaftur í kappingina um at koma í finalurnar

Flogbóltur

Dráttur, sum við kappingarbyrjan ikki sá út til at fáa tey stóru úrslitini, hevur rættiliga gjørt um seg síðstu vikurnar. Eitt er, at liðið hevur spælt seg í steypafinaluna, men enn meira merkisvert er tað, at liðið úr Sandavági og Miðvági framvegis er væl við í kappingini um at koma í FM-finalurnar.
Hetta varð ikki minst undirstrikað í gjár, tá Dráttur í Gundadalshøllini í Havn fyri triðju ferð á rað vann eina uppgerð ímóti Fleyr, sum hinvegin sær út til at vera farið í ein aldudal, tað ikki slepst burturúr aftur. Og ósigurin í gjár merkir eftir øllum at døma, at Fleyr er úti av kappingini um at sleppa í FM-finalurnar hesa ferð.
Ikki minst sást hetta í fjórða setti, tá Fleyr als ikki megnaði at reisa seg ella í allarminsta mun at svara aftur, eftir at Dráttur í síðstu løtu hevði vunnið triðja sett og lagt seg á odda 2-1. Har var einki sálarligt yvirskot eftir í havnarkvinnunum, sum Dráttur tí als ongar trupulleikar fekk av í fjórða settinum, ið gav 1-3 sigurin.

Maja hevði munin
Dysturin byrjaði annars sera javnur, og í fyrsta setti fylgdust liðini upp til 11-11, áðrenn Dráttur gjørdi ein vørr og fór framum – fyrst 12-17 og síðani 17-21, áðrenn settið varð gjørt liðugt og vunnið. Blokkurin hjá Drátti fekk vart væl fyri, og tað sá sannførandi út, tá Dráttur vann seg avgerandi framum seinna partin av settinum.
Hetta skalaði tó ikki Fleyr, ið kom sterkt aftur í øðrum setti. Aftan á 5-5 var tað Fleyr, ið rann undan við nøkrum fáum bóltum, men eftir 16-14 setti Fleyr ferð á og økti til 23-16, áðrenn settið varð vunnið. Í hesum settinum fekk Fleyr gongd í servurnar, samstundis sum móttøkurnar hjá Drátti ikki megnaðu at fylgja við.
Við støðuni 1-1 fóru liðini í holt við triðja sett, sum skuldi fáa týdning fyri, hvussu dysturin endaði. Her var talan um eitt javnt sett, og leingi sá út til, at Fleyr skuldi fara við tí, tí fyri tað nógva var heimaliðið á odda, og enntá so seint sum 23-21. Kortini eydnaðist ikki at taka settið, tí Dráttur kom væl við ímóti endanum og vann síðstu fýra bóltarnar og settið.
Tað var nokk hetta, ið fullkomuliga tók luftina úr spælinum hjá Fleyr, sum ongantíð aftur kom fyri seg í dystinum. Í fjórða setti fór Dráttur beinanvegin framum 7-2, so her kom ongantíð spenningur í, og talan gjørdist um ein sannførandi sigur í settinum – og tá avtornaði – eisini í dystinum.
Samanumtikið hevði Dráttur enn eina ferð takið á Fleyr, og aftur hesa ferð var hevarin, Maja Popovic, mest týðandi spælarin hjá gestunum, tí hon við góða yvirblikki sínum megnaði at geva hinum á liðnum góðar bóltar at arbeiða við, so Fleyr ongantíð av álvara fekk fatur í langa endanum.