Dráttur ikki at steðga

Tríggir dystir vórðu spældir í fremstu flogbóltsdeildunum um vikuskiftið. Og í øllum trimum førum gjørdist talan um spennandi fimmsettarar

Flogbóltur

Dráttur tykist hava sett beina kós móti gullinum. Enn er kappingarárið ungt, men fyribils niðurstøðan fær neyvan verið ein onnur, nú tær á Giljanesi hava lagt fyrstu fimm dystirnar aftur um seg.
Um vikuskiftið vitjaðu tær hjá TB í Trongisvági. Tað var á pappírinum kanska truplasti dysturin í grundspælinum, og tó at talan varð um sera tætta uppgerð, so eydnaðist Drátti at vinna.
TB var annars liðið, sum legði best fyri, tá tær við tryggum grundspæli megnaðu at leggja stórt trýst á Drátt. Spakuliga fingust móttøkurnar tó at rigga, og so kundi Dráttur svara aftur. Tey bæði næstu settini vórðu vunnin, og gestirnir tóktust stevna beina leið móti sigrinum, men TB var ikki liðugt. Tær reistust til fjórða settið, og so mátti dysturin út í fimm sett. Her var Dráttur tó sterkara liðið, og ivaleyst kunnu tær nýta júst hendan sigurin sum eitt sálarligt lyft til komandi uppgerðirnar. Og undir øllum umstøðum er sera trupult at ímynda sær nakran annan vinnara av grundspælinum, har tær nú eru komnar hálva leið.
Og eisini í hinum dystinum hjá kvinnunum gjørdist talan um fimm-settara. Hesin var í Klaksvík, har ÍF var á vitjan. Gestirnir mundu halda seg vera á rættari kós, tá tær førdu 2-1 í settum, men Mjølnir vóru ikki lidnar. Og við einum góðum stríðsvilja megnaðu tær at halda sær í dystinum, sum tær at enda vunnu.

ÍF tók stikkið hjá monnunum
Hjá monnunum varð bara ein dystur spældur hetta vikuskiftið, og eisini hesin stóð millum Mjølnir og ÍF. Og eisini her gjørdist talan um fimm-settara, tó at tað her vóru gestirnir, sum struku avstað við sigrinum.
Mjølnir var annars á odda 2-0, men ÍF megnaði at svara aftur. Og tó at tað helt sera hart, so eydnaðist eisini at taka fimta settið.

Flogbóltsúrslit
Meistaradeild kvinnur
Mjølnir-ÍF3-2 (25-22, 14-25, 15-25, 25-22, 15-11)
TB-Dráttur2-3 (25-16, 18-25, 22-25, 25-17, 8-15)

Meistaradeild menn
Mjølnir-ÍF2-3 (25-23, 25-16, 17-25, 20-25, 15-17)