Dráttur vinnur framvegis

Aftur hesa ferð fekk Dráttur ein trý null sigur. Hesa ferð tað TB, sum var mótstøðuliðið

 

Dráttur ? TB 3-0, (25-15, 25-22 og 25-20)


Flogbóltur, meistaradeild kvinnur


Dráttur og Mjølnir liggja framvegis púra jøvn á stigatalvuni, men tó er Dráttur enn hetta eina altavgerandi settið frammanfyri Mjølnir, so framvegis eru tað vágagenturnar, sum kunnu avgera hvar FM-heitið endar í ár.

Sunnudagin megnaði TB at koma vestur í Vágar, eftir ikki minni enn tríggjar royndir, tí koyrilíkindini vóru so vánalig, og vegurin var stongdur.

Men tær komu fram, men megnaðu ikki at endurtaka orðini: "tær komu, tær sóu og tær sigraðu", tí so góður var blíðskapurin í Vágum ikki.

Dráttur, sum í løtuni hevur munin til Mjølnir við einum setti, kom eisini best frá byrjan í dystinum, og vann uttan trupulleikar fyrsta settið 25-15.

Ein tann besti leikarin hetta settið var Dráttur-leikarin Herborg á Mýrini, sum loysti uppgávuna sera væl.


TB sum eitt lið

Men so kom vend í. TB fór brádliga at leika sum eitt lið, so onkur gullkorn man venjarin Virgar Djurhuus hava sagt í steðginum millum settini. TB legði seg á odda og førdi alt settið, og tað sást tíðiliga, at Dráttur-leikararnir sóðu gullheiðursmerkini glíða spakuliga av hálsinum.

TB leikti hetta settið sum ein væl samansjóðað eind, og tær vóru t.d. ikki at kenna aftur frá dystinum seinasta vikuskifti, tá tær vóru avsmurdar av Mjølni. Og serliga var tað TB-leikarin Annemie, sum við sínum góðu servu, legði mun millum liðini.

Men eins og í steypafinaluni, so kom Dráttur afturíaftur. Og hesaferð kláraðu tær at halda fast. Við endan av settinum komu tær upp á javnleik, og megnaðu eisini at vinna settið 25-22. Og gullið nærkaðist aftur.


Eisini vandi á ferð í triðja

Og aftur í triðja settið gjørdi TB ein vørr. Tær løgdu seg framum, men kláraðu ikki at halda fast. Dráttur hevði sett sær sum mál at vinna, og við m.a. góðum álopsspæli frá Marinu Popovich, vunnu tær triðja settið 25-20, og harvið dystin 3-0, og enn eitt stig nærri FM-heitinum.

Dráttur hevur nú bert tveir dystir eftir at leika, og teir eru ímóti Fleyr í Havn 11. mars og heima ímóti Fossánesi 17. mars. Ein uppgáva sum tær eiga at megna.

Sum nevnt omanfyri, leikti TB-liðið sum ein eind hetta settið, og eingin skal takast burtur úr, men ein skal tó nevna tær góðu servurnar hjá Annemie, sum góvu Drátti stórar trupulleikar.

Hjá Drátti vóru bestu leikararnir Herborg á Mýrini og Marina Popovich, sum leikti væl frammi við netið, men sum hevði ein vánaligan dag í verjuni. Harafturímóti leikti Helga Nordendal betri i verjuni sunnudagin, enn frammi við netið.

Men samanumtikið ein uppiborðin sigur til vágaliðið.