DR2 frumsendur nýtt Nephew tilfar

Ársins útlendski bólkur sambært Planet Awards, Nephew gevur 6. oktober næstu fløguna Interkom kom ind, fyrsta stakfløgan Igen og Igen er í løtuni eitt stórt hitt í Danmark og liggur hesa vikuna ovast á Tjecklistanum

Men fríggjakvøldið sleppa danir og føroyingar, ið síggja DR2 at frumhoyra tvey onnur løg av fløguni.
Tað er tónleikasendingin Musikprogrammet, ið hevur verið í hølunum á Nephew í eitt hálvt ár, og hevur m.a. verið við teimum tá teir luttóku á Grøn Koncert og í upptøkuhølinum, meðan nýggja fløgan varð spæld inn, skrivar Gaffa.dk.
Í Danmark er áhugin í Nephew sera stórur nú nýggja fløgan er á veg.
Dagin fyri at fløgan kemur út, altso hóskvøldið 5. oktober fara smakksdómararnir á DR2 at siga sína fullkomiliga óinballaðu meining um hana.