Dragin fer av Klaksvík leygardagin klokkan 13 til Syðrugøtu.
Útferðir verða gjørdar av Gøtusandi seinnapartin. Hvør ferðin fer at vara umleið ein tíma, og siglt verður runt Gøtuvík. Eisini verða væntandi onkrir leigutúrar á skránni.
Dragin tekur 30 fólk í senn.
Hans Eli Hansen sigur tó, at tað sjálvandi veldst um veðrið eisini.
? Fyrireikararnir av G-festivalinum heittu á okkum at koma og gera smærri útferðir frá Syðrugøtu, og um veðrið verður tilvildar, so verður áhugin vónandi stórur, sigur hann.
Dragin sigir so av aftur Gøtu til Klaksvíkar klokkan eitt um náttina, so um norðoyingar hava hug at gera sær ein túr til G-festivalin, so fer at bera til at sleppa beinleiðis til Gøtu og aftur við Draganum.
Hvør túrur við Draganum kostar 100 krónur.