Dramatikkur fyri allar pengarnar í sponskum sigrum

Champions League: Real Madrid og Villarreal eru víðari til hálvfinalurnar

Sponsku Real Madrid og Villarreal hava í kvøld vunnið í hálvfinalurnar í Champions League. Real Madrid var eina løtu við undirlutan, men vann samanlagt á Chelsea við hjálp frá Karim Benzema, meðan Villarreal heldur óvæntað vann samanlagt á Bayern Munchen.

 

Real Madrid (3) – (1) Chelsea 1-3 (5-4 samanlagt eftir longdaleiktíð)

 

Tey vóru ikki nógv, sum góvu Chelsea ein møguleika í kvøld, eftir at Real Madrid vann fyrra dystin 3-1. Men Chelsea megnaði at venda uppgerðini við trimum málum, áðrenn Luka Modric og Karim Benzema vísa, at aldur bara er eitt tal.

 

Mason Mount, Antonio Ruediger og Timo Werner sendu annars sjokkbylgir gjøgnum Santiago Bernabeu við einum máli í part. Real Madrid skifti Rodrygo inn og hann sendi frálíka uttarusíðu innleggið frá Luka Modric í málið.

 

Tað kundi illa verða nakar annar enn Karim Benzema, sum bleiv munurin. Í longdu leiktíðini stútaði hann innleggið frá Vinicius Junior í málið. Chelsea hevði kjansir at skora aftur, men tók ikki av. Real Madrid skal møta vinnaranum av Atletico Madrid og Manchester City í morgin.

 

Bayern Munchen (0) – (1) Villarreal 1-1 (1-2 samanlagt)

 

Heimaliðið var favorittur, hóast ein 1-0 ósigur í Spania í farnu viku. Robert Lewandowski skoraði eisini til 1-1 samanlagt, men tveir minuttir fyri tíð sendi Samuel Chukwueze Villarreal víðari. Bara fýra minuttir eftir at hann kom á vøllin. Villarreal skal møta Liverpool ella Benfica.