Tað var ongantíð nakar ivi um úrslitið í dystinum á Giljanesi leygardagin.
Dráttur setti seg á dystin frá byrjan, og tær lótu ongantíð nakran iva verða um, hvør tað var sum hevði heimavøll á Giljanesi.
Spælið hjá Drátti gekk sera væl leygardagin, meðan tað hjá Fleyr ongan veg gekk.
Serv, móttøka, blokada og álop alt sum tað var virkaði eftir vild hjá Drátti, og tá blokadan hjá Fleyr virkaði eina løtu í triðja settið, fór Dráttur bara at lobba bóltin yvir í staðin, og tað vóru Fleyr-leikararnir als ikki við uppá.
Fyrsta sett byrjaði væl hjá Drátti. Móttøkurnar lógu væl, og álopini oystu niður yvir Fleyr sum ikki hevði nakað vápn til at verja seg við. Settið endaði 15-6 til Drátt.
Í øðrum setti var gongdin tann sama. Dráttur førdi orðið, og loyvdi ongantíð Fleyr at verða við í dystinum. Hetta sett endaði 15-9 til Drátt.
Triðja sett sá eisini út til at skula endað sum tey bæði fyrru, men tá vaknaðu Fleyr-leikararnir úr dvala og gjørdu ein vørr.
Tær fingu bart seg upp aftur, og høvdu enntá settbólt við støðuna 14-13.
Tað eydnaðist tó ikki at vinna hann, og Dráttur fór tí avstað við tí settinum, við úrslitinum 16-14.
Tað er løgið, at Dráttur bert hevur fýra stig, tí við spælinum tær vístu leygardagin eigur tær at liggja nógv fremri.
Sunnudagin tapti Fleyr 3-1 ímóti TB, so nú liggur Fleyr á aftasta plássi.