Amerikanska kurvabóltsliðið sett í gjár mett, tá teir vunnu heili 156 73 móti Nigeria í bólkaspælinum í OL. Ongantíð hevur eitt lið skorað so nógv stig í einum OL dysti sum Dream Team í gjár.
Tað fór ongantíð at blíva ein spennandi dystur, tá LeBron James, Kobe Bryant og hinar stjørnurnar úr NBA spældu móti Nigera. Longu í hálvleikinum settu teir met við flest stigum í einum og sama hálvleiki 78.
Tað endaði við einum 156 73 sigri til stjørnurnar úr USA. Teir tóku metið frá Brasil, sum í Seol í 1988 vunnu við 139 stigum móti Egyptalandi. Heili 29 ferðir megnaði NBA stjørnurnar at tveita bóltin í kúrvuna uttanfyri tvey-stigsmarkið. Carmelo Anthony skoraði 37 stig tilsamans og tað er amerikanst OL met.
USA er ósigrað og liggur fremst í bólki A.