Eystara Landsrættur ógildaði dómin í Føroya Rætti um, at TAKS ikki hevði heimild at krevja inn MVG av skrásetingargjaldi av bilum. Nú skal málið roynast í Hægstarætti. Tað undrar meg stórliga, at Eystari Landsrættur kann ganga ímóti lógartekstinum, og heldur leggja viðmerkingarnar til grund fyri dóminum. Hetta er eitt so mikið prinsipielt mál, at vit fara ta royna tað í Hægstarætti.
Tað segði Bjørn á Heygum, advokatur, í Rás2 í dag.
Hann sigur, at tað stendur rimmarfast, at sambært lógartekstinum finst heimildin ikki hjá TAKS at krevja MVG av skrásetingargjaldinum inn, og tað staðfestir Føroya Rættur.
Men eisini Eystari Landsrættur viðgongur hetta, og málið er tí ógvuliga prinsipielt. Tí hetta reisir spurningin um, hvørt tað er lógarteksturin, ið er galdandi, ella tað er nóg mikið at hyggja eftir viðmerkingunum til málið, sigur Bjørn á Heygum.
Hann heldur lítlan iva vera um, at hann fær loyvi at royna málið í Hægstarætti, og hann fer nú undir tilgongdina at fremja hetta.