Dreingir 10: Tjaldur er steypavinnari við 7-6 sigri á VÍF. Eins og í finaluni hjá gentunum frammanundan, so bleiv talan um javna og spennandi finalu, har bara eitt mál skilti liðini.
Les eisini: Beinleiðis stroyming frá finalunum
VÍF mundi fáa betru byrjanina, meðan Tjaldur kom fyri seg seinni í dystinum. Tað endaði við at Tjaldur legði seg á odda 7-5 stutt fyri tíð. Hóast VÍF royndi, so rakk tíðin bara til tað minka um munin.
Eftir dystin bleiv Alex Petrea úr Tjaldrinum valdur til besta spælaran í steypafinaluni. Venjarar hjá Tjaldrinum eru Dánial Davidsen, Martin Danielsen og Jona Sølvia Davidsen.
Steypafinala dreingir 10:
VÍF - Tjaldur 6-8 (4-4)