Dreingir 12: Ongin steðgar H71

H71 hevur vunnið gull fyri fjórðu ferð í dag

H71 er eisini steypavinnari í aldursbólkinum dreingir 12. H71 vann 15-13 á Team Klaksvík, sum bara er umboðað í hesari finaluni.

 

Les eisini:(Gentur 12) Enn ein sigur til H71

 

Tað stóð leingi á jøvnum, og í seinasta minuttinum var Team Klaksvík áveg í álop við møguleikanum at java. So bleiv ikki, og H71 fór i mótálop og vann 15-13.

 

Les eisini: (Gentur 10) H71 vann í umdysti

 

Hóast Team Klaksvík tapti, so bleiv Mortan Rasmussen úr Team Klaksvík valdur til dagsins spælara. Fyri H71 er talan um sætta steypagullið hetta vikuskiftið, og tað fjórða í dag.

 

Les eisini: (Dreingir 10) H71 steypavinnari