– Vit hava upplivað tað áður, og í nátt hendi tað aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini, sum greiðir frá, at ungir dreingir hava sum fragd at koyra beint aftan fyri politibilin í býnum.
Dreingirnir vísa eisini forhánisligan atburð og geva løgreglufólki fuck-fingurin.
– Hetta mátin at erpa sær er fyri politinum eru beinleiðis fjollurtur, heldur vaktleiðarin.
Dreingirnir koyra síðani frá løgregluni, sum tí ikki hevur fingið fatur á øllum.
Men ein varð steðgaður í nátt. Hann var tikin, og tað vísti seg, at hann var ávirkaður á rúsdrekka. Hóast ikki so nógv, so var tað so mikið, at tað var um promillumarkið.
Tá viðkomandi varð tikin, misti hann tamarhaldið á prutlinum, sum fór koyrandi víðari og rakti ein fullan mann, sum einki hevði við málið at gera, og sum tíbetur ikki fekk skaða.
Drongurin við prutlinum var undir 15 ár og hevði tí ikki loyvi at koyra prutl. Løgreglan hevur tosað við foreldrini hjá dreinginum.
Vakleiðarin sigur, at løgreglan sjálvandi skal hava arbeiðsfrið, tá hon er í býnum. Tí verður slíkur atburður ikki góðtikin, og løgreglan er als ikki áhugað í at skulu koyra runt eftir prutlum upp á hendan mátan, sigur vaktleiðarin.











