Leitingin á Svalbard er steðgað

Í dag hevur skalvalop verið nærindis Longyearbýnum á Svalbard, og leitað hevur verið, um nakar hevur ligið undir skriðuni, sum er einar 200 metrar long

 

Á sýsluskrivstovuni á Svalbard verður sagt, at nú verður ikki leitað meira, og leitingin verður ikki tikin uppaftur.

 

Tað var í dalinum, sum verður róptur Tverrdalurin nakað uttan fyri Longyearbýin, at skriðulopið hevur verið í dag.

 

Hanne Selnes Duna á sýsluskrivstovuni váttar yvirfyri norska kringvarpinum, NRK, at einki bendir á, at nakar er tikin við í lopinum.

 

- Vit høvdu leitingarfólk í økinum, men tey hava einki funnið. 

 

Hon vísir á, at fólk høvdu verið gongutúrar um hesar leiðir í dag, men eftir, hvat veitararnir siga, komu tey øll heimaftur í øllum góðum.

 

- Vit hava ongar ábendingar um, at onnur fólk, sum vit ikki vita um, hava verið til gongu í økinum, sigur Hanne Selnes Duna við NRK.

 

Sýsluskrivstovan hevur í kvøld upplýst, at skriðan er einar 200 metrar long og í støðum meira enn tveir metrar djúp.