Í dag hevur Jana Mittún spælt ein undankappingardyst í EHF European League í einari høll, har bróðir hennara, Óli og systkinabarn hennara, Elias hava nógv góð minnir.
Viborg spældi nevnliga fyrra undankappingardystin av tveimum móti IK Sävehof í Partille í Göteborg.
Tá fáir minuttir vóru eftir av dystinum var Sävehof á odda 29-25, men við einum rimmar endaspurti eydnaðist tað Viborg at knógva javnleik 31-31, og harvið eitt framúr gott útgangsstøðið til returdystin í Viborg.
Jana skoraði fimm mál, og var saman við Claru Skyum Thomsen næstbesti málskjúttin hjá Viborg. Sara Hald var við átta málum toppskjútti hjá Viborg.
Returdysturin millum Viborg og Sävehof verður leiktur í BioCirc Arena høllini í Viborg komandi leygardag klokkan 13. Við sigri fáa Jana og liðfelagarnir møguleikan at kappast í bólkaspælinum í European League.











