Dreingir tiknir í bili – eingin var nóg gamal at koyra bil

Tað var rættiliga óvanligt, tá ið løgreglan steðgaði einum bili

 

 

Ein náttina nú um vikuskiftið gjørdi løgreglan ferðslukanningar og í hesum sambandi varð ein bilur steðgaður Millum Fjarða. Og tað var eitt sindur óvæntað fyri løgregluna, tí tað vóru fýra blaðungir dreingir. Men tað heilt óvanliga var, at eingin av teimum hevði aldur til at koyra bil, og av tí sama hevði heldur eingin av teimum koyrikort.

Løgreglan sigur, at sostatt vórðu boð send eftir foreldrunum og sosialu myndugleikarnir fingu eisini boð um hendingina.

Løgreglan sigur, at teir komu úr einum heilt øðrum parti av landinum, so teir høvdu koyrt eitt langt strekki og tískil var tað ein rættiliga góð løta hjá teimum at bíða eftir farti heim aftur.

Samstundis er førarin skuldsettur fyri at koyra bilin, uttan at hava aldur til tað og uttan at hava koyrikort. Løgreglan fær ikki sagt nakað um, hvussu teir fingu fatur á bilinum.