Tað eru teir báðir, Bjarni Restorff og Palli Hansen, ið saman við øðrum sangkreftum venja kórið, ið telur einar 25-30 dreingir í aldrinum frá triðja flokki og uppeftir.
Kórið venur í Kommunuskúlaskálanum - og verður byrjað í morgin klokkan 13:30.
Hanus Joensen, skúlastjóri, sigur við Sosialin, at aðrir dreingir eisini eru hjartaliga vælkomnir at venja við kórinum, sum ikki bert er ætlað dreingjum úr Kommunuskúlanum, hóast kóri venur har.
Dreingjakór eru ikki vanlig í Føroyum, og tí halda teir, ið stíla fyri hesum kórinum, hetta vera eina sera spennandi uppgávu, tí tað vísir seg ofta at verða trupult at fáa dreingir í hasum aldrinum at syngja. Men hesir sýnast sera hugagóðir, sigur Hanus Joensen.