Fyrsti vinnarin í kappróðrinum millum dreingir í barnaróðrinum var í fagrastu líkindum fyri løtu síðani. Tað var neyðugt at rógva í tveimum riðlum og so at avgera kappingina í finaluróðri.
Fyrstur á mál í finaluróðrinum var Dúgvan úr Sørvági, sum var fýra sekund ella væl meiri enn eina hálva bátslongd undan næstu bátunum. Teir vóru Sævarmoy úr Klaksvík og Spógvin av Glyvrum. Ta kappingina vann Sævarmoy, sum var reingina undan kappingarneytanum.
1 Dúgvan 02:40.25
2 Sævarmoy 02:44.25
3 Spógvin 02:44.37
4 Geytin 02:47.16
5 Blikur 02:51.03
6 Junkarin 02:51.29
7 Falkur 02:53.35
8 Tekla 03:10.47
9 Havfrúgvin 10:04.04
10 Knúkur 10.04.04