Knotur eru í teimum ungu føroysku fótbóltsleikarunum. Fyri løtu síðani vann U15 finaluna móti skotsku vertunum úr sjálvum FC Aberdeen.
Málið kom stutt eftir hálvleik, tá føroyingarnir fingu brotspark. Tað var málmaðurin og liðformaðurin hjá føroyska liðnum, Teitur Gestson Matras, ið setti bóltin trygt í netið.
U15 liðið vann somu kapping í fjør.
Eisini U17 er við í ?Aberdeen International Footbaal Festival?, sum kappingin eitur. Teir eru komnir næstan líka langt, tí teir leika í løtuni finalu, sum byrjaði klokkan 15.