Farið verður avstað fríggjadagin 20. mars við flogfarið til Keypmannahavn, síðani víðari við innanríkis flogfarið til Århus. Síðani verður farið við bussi til Knebel, ið liggur á vestursíðuni á Jútlandi.
Dreingirnir hava allan vetur gjørt nógv við venjingina, og uppmøtingin hevur verið sera góð. Venjingin hevur serliga miðað ímóti at fyrireika dreingirnar til tað høga støði og skjóta spæli, ið ger seg galdandi í donskum flogbólti.
Venjari hjá dreingjunum í vetur hevur verið Líggjas Høgnesen, ið sjálvur hevur royndir innan altjóða flogbólt. Hann sigur, at dreingirnir eru væl heilt fyri, og at teir eru eitt av teimum bestu liðunum, ið Fleyr nakrantíð hevur havt.
Leikarnir hava vant tvær ferðir um vikuna í vetur, og teir siga hetta vera nóg mikið.
Leikarnir eru høgir á vøkstri, og hetta kemur væl við, tá ið ein spælir flogbólt.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð at dreingirnir luttaka í kapping uttanlands. Í august mánaði í fjør luttóku dreingirnir í eini kapping fyri vaksin í Aabybro, ið liggur í Norðurjútlandi. Næstan fimti lið luttóku í kappingini. Tað eydnaðist føroyingum at fáa eitt sjeynda pláss.
Hettar megnaravrikið gav teimum blóð á tonnina. Tá ið teir so fingu tilboð um at luttaka í DM, gekk ikki long tíð áðrenn teir tóku av tilboðnum.
Kappingin
Kappingin er soleiðis skipað, at leikt verður frá fríggjadegnum 20. mars til sunnudagin 22. mars.
Hóast kappingin ikki er løgd enn, so veit Fleyr, at dreingirnir skulu spæla leygardagin 21. mars.
Hvussu nógv lið hava teknað seg til kappingina, er ikki rættiliga vist enn. Freistin at tekna luttøku var úti fríggjadagin 20. februar.
Kappingin er í lítla býnum Knebel, ið liggur á vestursíðuni á Jútlandi. Kappingin er í Knebel av teirri orsøk, at D.G.I. (Dansk gymnastik og idrætsforeninger) eigur nakrar stórar bygningar har, ið einans verða nýttir til ítrótt.
Bygningarnir eru nýmótans, og hetta skuldi borga fyri, at ítróttarfólkini fáa góðar møguleikar til einans at hugsa um ítrótt.