Havnar Róðrarfelag er eitt av stóru feløgunum, og aftur í ár eigur elsta róðrarfelagið í landinum nógvar manningar í FM kappingini.
Í dag vann ein manning hjá Havnar Róðrarfelag gull á Skála. Tað vóru genturnar umborð á 5-mannafarinum Drekanum.
Drekin var alla tíðina frammi í oddinum. Saman við Drekanum kappaðust í startspurtinum Fípan Fagra og bátarnir hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag – Firvaldur og Hulda.
15 bátar luttóku í hesi kappingini, og tá ið Drekin fór um málið, vóru tað meiri enn fýra sekund ella tað mesta av tveimum bátslongdum og aftur til Fípuna Føgru.
Firvaldur var tað mesta av trimum bátslongdum aftanfyri Fípuna Føgru, og hann var meiri enn eina bátslongd undan Huldu í innanhýsis kappingini hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag um bronsumerkini.
5 MANNAFAR GENTUR
Navn |
Nr. |
Tíð |
Stig |
Gult |
Reytt |
Drekin |
1 |
05:47.08 |
7 |
0 |
0 |
Fípan Fagra |
2 |
05:51.17 |
6 |
0 |
0 |
Firvaldur |
3 |
05:58.44 |
5 |
0 |
0 |
Hulda |
4 |
06:02.36 |
4 |
0 |
0 |
Teistin |
5 |
06:06.05 |
3 |
0 |
0 |
Títlingur |
6 |
06:06.12 |
2 |
0 |
0 |
Sævarmoy |
7 |
06:06.23 |
1 |
0 |
0 |
Ingibjørg |
8 |
06:08.39 |
0 |
0 |
0 |
Tambar |
9 |
06:13.26 |
0 |
0 |
0 |
Kjósin |
10 |
06:19.02 |
0 |
0 |
0 |
Junkarin |
11 |
06:20.13 |
0 |
0 |
0 |
Spógvin |
12 |
06:27.14 |
0 |
0 |
0 |
Malunarhav |
13 |
06:30.24 |
0 |
0 |
0 |
Ørnin |
14 |
06:37.17 |
0 |
0 |
0 |
Hvassi |
15 |
06:37.47 |
0 |
1 |
0 |