Drekin Reyði gjørdi bart

Nýggja 10-mannafarið hjá argjamonnum vann í tættari kapping við klaksvíkingar

Tað var tætt, og tað var sera spennandi, tá ið nýggja 10-mannafarið hjá Argja Róðrarfelag vann fyrsta kappróðurin millum 10-mannafør á 1000 metrum á norðoyastevnu.

Síðsta sunnudag flotaðu argjamenn nýggja mannin. Tá góvu teir honum navnið Drekin Reyði. Í dag vóru teir í Klaksvík við nýggju snekkjuni, sum væl og virðiliga stóð sína roynd.

Fimm bátar bjóðaðu seg fram. Havnarbáturin, Ormurin Langi og Eysturoyingur duttu beinanvegin burtur ímillum og komu á mál í nevndu røð – væl aftanfyri teir báðar bátarnar, sum kappaðust um sigurin.

Fyrsta partin av stutta teininum skiftust Drekin Reyði og Klaksvíkingur um at vera fremst. Men tá ið farið varð undir endaspurtin, hevði Drekin Reyði tikið seg tað mesta av einari bátslongd framum Klaksvíking.

Í sjálvum endaspurtinum styttist tað nakað millum bátarnar, men tá ið teir fóru um málstrikuna var einki at rafla um. Drekin Reyði var eina lítla hálva bátslongd undan Klaksvíkingi. Harvið hava argjamenn fyri fyrstu ferð vunnið kapping millum 10-mannafør í egnum báti.

1

Drekin Reyði

04:46.16

 

 

2

Klaksvíkingur

04:47.17

 

 

3

Havnarbáturin

05:01.13

 

 

4

Ormurin Langi (RK)

05:08.06

 

 

5

Eysturoyingur

05:12.23