Í Klaksvík og í Hvalvík var tað spennandi og tætt í kappingini millum 5-mannaførini við dreingjum. Soleiðis var tað ikki, tá ið 5mannaførini svumu fram ímóti málinum á Skála.
Drekin legði bragdliga fyri, og Drekin var fremstur allan 1000 metra teininum. Tá ið málið var gott og væl hálvrógvið, fór Drekin greitt framum, og í endaspurtinum var tað eingin ivi. Drekin var tað mesta av tveimum bátslongdum frammanfyri kappingarneytarnar.
Í kappingini um næstfremsta plássið var tað sera tætt. Royndin Fríða var leingi næstfremst, og tað tóktist sum um, at vágsdreingir høvdu hug at bjóða Drekanum av. Men sum tað leið, misti Royndin Fríða, og Jallurin tók bæði Drekan og Fípuna Føgru, sum leingi var við í kappingini um næstfremsta plássið. Teir tríggir, sum kappaðust um næstfremsta plássið, fóru mest sum í senn um málstrikuna. Men teir megnaðu als einki at gera við Dreka dreingirnar hjá Havnar Róðrarfelag.
1 Drekin 05:16.21
2 Jallurin 05:20.02
3 Royndin Fríða 05:20.07
4 Fípan Fagra 05:20.13
5 Blikur 05:27.11
6 Ternan 05:34.04
7 Sílið 06:05.17
Støðan
1 Drekin 20
2 Royndin Fríða 17
3 Jallurin 15
4 Fípan Fagra 14
5 Blikur 9
6 Ternan 6
7 Sílið 2
8 Frúgvin 1