Drekkið men latið onnur føra bátin

Eyðgerð Mørkøre Kruse, lesandi
------

Løgin leikur at fylgja við í seinastu tíðina. Landsstýrismaðurin í vinnumálum helt, at nú var tíðin komin til at javnseta tey sum koyra og tey sum sigla, tá talan er um rúsdrekkakoyring og rúsdrekkasigling. Eg hugsaði við mær sjálvari. Jú, sjálvandi. Tað skuldi verið so líka til. Tá nógv tey flestu, sum koyra hava vant seg við at biðja onnur koyra bilin, tá tey hava gjørt av at fingið sær alkohol at drekka ella lata bilin standa eftir, um so er at alkohol er farið niðurum. Tað sýnist sum um, at nógv halda, at tað er ein sjálvfylgja at bera seg so at ella í øllum førum sera klók avgerð at taka.
Men av einhvørjari orsøk er hugburðurin ein annar, tá tað kemur til sjógvin. Hevði ikki trúð at soleiðis var. Tað kom óvart á meg, og eg havi hug at ilskast. Talan er um vaksin fólk, sum halda, at tað er í lagi, at sita við róðrið við fult av fólki umborð og tað fyrsta sum eygað sær er eina øl. Vælsignaðu fólk. Tað eigur at kunna bera til, at fáa onkran annan at føra bátin, um so er at mann hevur hug at fáa sær eina øl. Eitt er at “vanlig” fólk hava hesa hugsan, men at landsins løgting hevur hesa hugsan kom óvart á meg. Eg var ikki sørt skelkað, tá eg hoyrdi, at bara báturin er minni enn eitt vist, ja so kann tann, ið førir bát drekka. Hvat er hetta fyri roks? Latið vera við at fara aftur um eitt róður, tá tit hava drukkið, og tá kann tað gera tað sama, um talan er um bát ella bil og støddin hevur einki við smørið at gera.
Ein hvør persónur, sum drekkur eina øl og hevur tørv á koyrikortinum til eitthvørt akfar fyri at hava møguleika fyri at breyðføða sínari familju kann missa arbeiðið, um viðkomandi drekkur eina øl og síðan fer at koyra bil. Men sami persónur skal bara seta seg í ein bát, og so er í lagið at sita og drekka ølina. Jú jú, mann plagar at siga, at moralur er góður, men dupult moralur er dupult so góður.
Próvførslan um at tú ikki er til líka stóran ampa á sjónum, og at har er meira pláss, ella tú gert minni skað í einum báti er tað reina tvætl. Hví kunnu landsins tingfólk ikki ganga á odda og vísa vegin og siga, at situr tú aftan fyri eitthvørt róður, so hoyrir ølin ikki við í myndina. Hvussu mann vera við teimum sum føra hagfør (ATV´arar) – munnu tey hava møguleika fyri at drekka eina øl uttan at missa koyrikortið til at føra bil? Tey koyra fyri tað mesta í haganum, og har er nógv meira pláss enn á vegnum og tey eru so ikki til ampa fyri tey, sum annars koyra bil á vegunum.
Eg trúði og hevði vónað, at hugburðurin var so mikið broyttur millum fólk, at um tú førir bil, bát, hagfar, maskinu o.s.fr., ja so var ølin ikki við í myndini. Men so var ikki og sum sagt koma tað óvart á meg, og eg hevði hug at ilskast. Tað er vorðin ein óvani, tá fólk halda, at tey ikki kunnu hugna sær ella fara túr við báti uttan at sita og leska eina øl. Farið út í havan og grillið og drekkið øl. Farið ein túr í hagan og drekkið eina øl, men vælsignaðu fólk. Tit vita innast inni, at um tú situr aftan fyri eitt róður og skal føra eitt far, ja so hoyrir ølin ikki uppí. Drekkið men latið onnur føra farið.