Tað skrivaði BBC um vikuskiftið.
Tann ótespiligi luturin varð latin sum gáva frá politinum í New York City til bretska løgreglumanninum Brian Taylor.
Undir eini vitjan hjá løgregluni í New York slapp Taylor at skjóta við vápninum, sum Mark Chapman brúkti til at drepa Lennon í 1980. Taylor hevði kúluna restini av lívi sínum.
Famliljan hjá nú deyða løgreglumanninum selur kúluna á uppboðssølu hjá uppboðssøluhúsinum Anderson & Garland.
Mark Chapman skeyt og drap John Lennon 8. desember í 1980. Hann situr ein fongsulsdóm upp á lívstíð fyri morðið.
/ritzau/
##med2##
##med3##