Tað boðar veðurstovan í Vietnam frá.
Klokkan 18 í gjár okkara tíð kundu tey soleiðis niðurjustera »Yagi« til at vera eitt tropiskt lágtrýst í staðin fyri eina tyfon
Men framvegis er "vandi fyri vatnflóð nærhendis smáum áum og skriðulop í brøttum brekkum nógvastaðni í norðaru fjallaøkjunum", stendur í fráboðanini.
Í morgun var meira ró komið yvir Hanoi, har búgva 8,5 milliónir fólk.
"Yagi" er tann ógvusligasta ódnin, sum hevur rakt Asia í 2024.
/ritzau/Reuters