Dreymar við havið: Filmurin ikki gjørdur eftir uppskrift

Søgan er ikki skrivað eftir standard modellinum, sum ein spælifilmur í Hollywood vanliga verður gjørdir eftir, sigur Leikstjórin

Mikudagin verður spælifilmurin Dreymar við havið frumsýndur í Havnar Bio. Dreymar við Havið er fyrsti spælifilmurin, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað. Sakaris Stórá hevur áður leikstjórnað altjóða virðisløntu stuttfilmunum Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun.

 

 

 

Leikstjórin Sakaris Stórá greiðir frá, at størsti munurin á at gera stutt- og spælifilmar er, at krøvini verða harðari, tá filmurin er longri. Ein spælifilmur er eitt størri projekt, og tí er nógv, sum filmurin skal liva upp til. Hóast hetta, so hevur Sakaris gjørt filmin so, sum hann sjálvur hevði hug at gera hann.

 

 

- Eg og Marjun Syderbø Kjelnæs vildu ikki skriva søguna eftir eini uppskrift, og heldur ikki brúka standard modellið, sum ein spælifilmur í Hollywood vanliga verður gjørdir eftir. Tað var stuttligt at bróta tey krøvini, sigur hann, og leggur afturat, at tá standardmodellið ikki varð nýtt, so mátti íblásturin koma aðra staðni frá, og nógv av íblástrinum fann hann í høvuðsleikarunum í filminum.

 

 

-Vit byrjaðu at fylgja teimum í støðunum, sum tær eru í, og við teimum í huga vórðu senurnar mentar, sigur hann.

 

 

Høvuðsleikararnir eru Juliett Nattestad, sum spælir Ester og Helena Heðinsdóttir, sum er Ragna, og Sakaris vil vera við, at vit kenna øll eina Ester og eina Ragnu.

 

- Tær eru nógv av tí, sum man sær í nógvum fólki. Tær umboða væl ymiskar síður av Føroyum, og kenna vit tær ikki, so hava vit verið tær, staðfestir hann.

 

 

Hann heldur eisini, at tær báðar eru tað, sum er tað mest áhugaverda í filminum.

 

 

- Eg vænti, at fólk verða bergtikin av teirra framførslum, tí tær bera filmin, staðfestir hann álvarsliga.

 

 

Eitt sum tó er tað sama, sum í hinum filmum Sakarisar er staðsetingin. Dreymar við havið er, sum hinir filmarnir, ið hann hevur gjørt, upptikin á Sandoynni.

 

 

- Eg velji altíð Sandoynna, tí eg havi viljað skapað nøkur viðrir á oynni, og tí eg kenni øll støðini væl og havi relatiónir har, sigur hann.

 

 

Landslagið í Sandoynni er heldur ikki so markant ella stórsligið, og tað endurspeglar søgurnar í filmum hansara, greiðir hann frá.

 

 

Longri samrøða er við Sakaris Stórá í Sosialinum, sum er í sølubúðunum í dag. Blaðið kann eisini keypast talgilt her