- Eitt stjørnuskot í føroyskum tónleiki, kallaði Fríðálvur A. Jensen unga havnamannin.
- Fløgan hevur fingið góða móttøku og hevur verið nógv spæld í útvarpinum, sigur Janus W. Mortensen.
Fløgan, Breathing, sum kom á marknaðin 13. oktobur, hevur nakað írskt, poppkent yvir sær, sambært Eyðfinni Jensen í Brunsj.
Tað eru Len Andersen og Kristoffur Mørkøre, ið hava skrivað orðini, meðan Kristoffur Mørkøre hevur gjørt løgini.
- Eg gjørdi eina demo saman við Kristoffuri fyri hálvum triðja ári síðani, og soleiðis kom samstarvið í lag, sigur Janus W. Mortensen.
- Dreymurin er at spæla uttanlanda, sigur hann, sum vónar at okkurt kemur í lag komandi summar.
Inntil tá tíð spælir hann á pallum ymsa staðni í Føroyum í vetur.