Dreymurin um eina steypafinalu brast hjá Gullbrandi

Sandnes ULF kundi einki gera við Molde í norsku steypahálvfinaluni

Hetta eru harðir dagar hjá U21-landsliðsleikaranum, Gullbrandi í Horni Øregaard og liðfeløgunum í Sandnes ULF.

 

Farna vikuskiftið var tað staðfesta, at Sandnes flytur niður í triðbestu deildina, og í kvøld megnaði Sandnes ikki at fremja steypasensasjónina.

 

Í kvøld tapti Sandnes 0-2 fyri stórliðnum, Molde í steypahálvfinaluni, ið var leikt frammanfyri 4.600 áskoðarum á Øster Hus Arena í Sandnes.

 

Molde hevði bóltin 70 prosent av tíðini, og hagtølini málroyndir innanfyri málrammurnar søgdu 6-1 til Molde, ið er verandi steypavinnari. Talan var um ein ruddiliga uppibornan sigur til liðið, ið tapti 1-2 fyri KÍ í Champions League undankappingini í fjør.

 

Klokkan 19.30 byrjaði hin hálvfinalan millum Fredrikstad, har Jóannes Bjartalíð og Brandur H. Olsen sita á beinkinum, og KFUM Oslo.

 

Fitt av føroyingum eru til dystin í Fredrikstad í kvøld.