Nú fer tað av álvara at líkjast í Klaksvík

Í kvøld hevur Jákup B. Andreasen skrivað undir uppá, at hann eisini í 2025 og 2026 fer at spæla við KÍ

Tað hevur ikki verið heilt víst, og kanska hevur eitt sindur av iva verið um tað. Jákup B. Andreasen hevur kent áhuga frá øðrum feløgum og útlandinum, men nú er tað greitt, at KÍ liðformaðurin seinastu árini eisini í 2025 og í 2026 fer at spæla við barndómsfelagnum.

 

KÍ boðar í kvøld frá, at felagið og Jákup B. Andreasen hava skrivað undir sáttmála, sum bindur partarnar at hvørjum øðrum tvey tey næstu árini.

 

At Jákup í kvøld hevur skrivað undir ber við sær, at nógvir av teimum, sum hava verið nógv á liðnum seinastu árini, eisini vera við í 2025. Her verður eitt nú hugsað um Odmar Færø, Børga Petersen, Claes Philip Kronberg, Mads Bo Mikkelsen, Deni Pavlovic, René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Árna Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, málverjan Mark F. Jensen og nú eisini Jákup B. Andreasen.

 

Einasti lyklaspælarin, sum ikki enn hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, er Jóannes Kalsø Danielsen. Hann var einasti spælarin, sum var á vøllinum í øllum 27 landskappingardystunum á tamb í júst farna kappingarári. Fyrr í vikuni boðaði KÍ frá, at Filip Brattbakk, sum í ár spældi við 07 Vestur, nú verður KÍ spælari.

 

KÍ skrivar soleiðis

 

2024 hevur verið eitt torført ár fyri okkara liðformann Jákup B. Andreasen. Síðan 30.apríl í ár hevur hann hugsavnað seg um at koma seg eftir álvarliga skaðan í landskappingardystinum við Margáir. Hann venur dúgliga og miðar eftir at verða klárur aftur, tá ið felagsvenjingin byrjar aftur í januar.

 

Í Faroesoccer er 26-ára gamli Jákup skrásettur fyri 216 dystur í meistaradeildini, 37 UEFA-dystir og 24 A-landsdystir.

Tað hevur verið stórur saknur í Jákupi í ár, og vit í KÍ gleða okkum til, at hann aftur í 2025 verður at síggja á vøllinum saman við liðfeløgum sínum.

 

Vit í felagnum og øll viðhaldsfólk eru ógvuliga fegin um, at Jákup er kongabláur og okkara í tvey ár afturat. Og ynskja vit honum góða eydnu við at koma fyri seg nú í vetur, skrivar KÍ.