Seiglívaðar søgur vilja vera við, at framherjin Didier Drogba fer at skifta felag í januar mánaði. Men sambært Drogba sjálvum, so umhugsar hann als ikki at rýma úr Chelsea, har hann hevur spælt seinnu árini.- Eg hugsi bert um Chelsea í løtuni. Móti endanum av kappingini, fari eg at tosa við teir um framtíðina, men eg fari ongan veg í januar, sigur Drogba við Daily Mirror.