Dronan fann burturmistu veðrarnar hjá Einar Waag

Einar Waag í Klaksvík óttaði, at veðrur hansara var farin fyri bakka. Hann bað tí Petur Martin Solmunde, sum hevur eina dronu og tekur nógvar dronumyndir, um at hjálpa sær at leita eftir veðrinum. Hesum greiddu teir báðir frá í sendingini Surk í útvarpinum í gjár.

 

Einar Waag sigur við in.fo, at hann keypti ein trævetur veðr, sum virðisløn á seyðasýning.

 

– Hann var genkannaður fyri ridluskriða, og við honum kunnu vit ala sjúkuna burtur, sigur hann.

 

– Hann royndist ógvuliga væl, nógvar tvílembur og bert ein deldær. Í summar vóru veðrarnir farnir av haga, tí stikið hjá granna var ov vánaligt, greiðir Einar Waag frá.

 

Hann sigur, at teir fingu veðrarnar aftur einaferð, men skjótt vóru teir burtur aftur.

 

– Í royting hevði eingin sæð teir, so eg var bangin fyri, at teir vóru fanir fyri bakka ella deyðir í einum stikið, sum ofta kemur fyri.

 

– Vit leitaðu, men funnu teir ikki. So spurdi eg Petur Martin Solmunde, sum eg visti hevði eina dronu, um hann kundi fara at leita. Tað játtaði hann beinanvegin, greiðir Einar Waag frá.

 

Fyrsta góðveðursdagin fór Petur Martin Solmunde á Brúnaskarð, og hann fann teir skjótt, tí trævetur veðrurin var so eyðkendur á liti.

 

– Tá høvdu teir verið í fýra høgum. Eg rokni við at síggja teir aftur um 14 dagar, tá teir fara at reka, sigur Einar Waag.