Droppar Bogi borgarstjóran?

Herfyri kom fram, at Bogi And­re­as­­sen, vara­borg­ar­stjóri í Havn, er sett­ur sum markn­­að­­a­r­leið­ari og bý­­lings­­­stjóri í SMS, har hann skal taka sær av ymsu til­tøku­num á torg­inum í SMS.

Bogi Andrassen hevur sein­astu árini starvast hjá Tórs­havn­­ar Kommunu sum leið­ari á ung­dóms­hús­i­num Marg­ar­in­fab­r­ikkini.

Eftir síðsta býráðsval, tá sam­gong­an millum Javn­að­ar­flokk­in og Tjóð­veld­is­flokk­in varð end­­ur­­skip­að, søgdu teir báðir flokk­ar­nir, at Tórs­­havn­ar komm­unu fram­yv­ir skuldi hava tríggj­ar borg­­a­r­­stjó­rar í starvi. Tað vil siga, at Heðin Mortensen skuldi halda fram sum borg­ar­stjóri, meðan tveir aðrir vara­bogar­stjóra eisini skuldu vera lønt­ir í starvi.

Men Fíggjarmálaráðið segði nei. Tog­ast hevur veirð aft­ur og fram um hetta, men lítið og einki hevur verið at frætt. Onkur vil vera við, at hetta bara var ein finta til tess at sissa Tjóð­veld­is­flokk­­in í Tórshavnar býráð.

Tað lá í kortunum, at Bogi Andr­­eas­sen í øllum førum var ann­­ar av hesum løntu vara­­borg­­a­r­stjór­unum.

Spurningurin er so, um hes­ar ætlanir eru slept­ar end­aliga...