Drotning Margretha er nú útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum og á veg heim til Fredensborg Slot. Kongshúsið sigur, at hon hevur tað gott, men skal taka tað róligt. Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Drotning Margretha útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum

Margreta drotning varð í dag útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum eftir at hava verið innløgd síðani mánadagin.Tað upplýsir danska kongshúsið í einum tíðindaskrivi.

Drotning Margretha er nú útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum og á veg heim til Fredensborg Slot. Kongshúsið sigur, at hon hevur tað gott, men skal taka tað róligt. Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix

Drotningin er nú á veg heim til Fredensborg Slot.

– Hennara hátign hevur tað gott, men skal framvegis taka tað róligt, skrivar kongshúsið.

Margretha varð mánadagin innløgd, eftir at ein CT-skanning hevði víst eina størri blóðsavning í mjadnarykinum.

Sambært kongshúsinum stavar blóðsavningin frá, at hon áður er dottin.

Fyri góðari viku síðani varð drotningin eisini innløgd við hjartakrampa. Tá varð ein sokallað ballónvíðkan framd í einari æðr í hjartanum.

Kongshúsið upplýsir, at fyribils eru ongar broytingar gjørdar í almennu skránni hjá Margrethu. Kortini verður støða tikin frá degi til dags, um hon kann luttaka í teimum tiltøkum, sum eru á skránni.

 

Drotning Margretha er nú útskrivað av Ríkissjúkrahúsinum og á veg heim til Fredensborg Slot. Kongshúsið sigur, at hon hevur tað gott, men skal taka tað róligt. Foto: Ida Marie Odgaard/Ritzau Scanpix