Landsstýri­smaðurin: Ov tíð­liga at meta um prís­eft­ir­lit­ið hev­ur virkað

Tað er framvegis ov tíðliga at siga, um víðkaðu heimildirnar hjá Kappingareftirlitinum hava havt ávirkan á kappingina og prísgongdina í Føroyum.

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur, at tað framvegis er ov tíðliga at siga, um víðkaðu heimildirnar hjá Kappingareftirlitinum hava havt ávirkan á kappingina og prísgongdina í Føroyum.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svari til ein fyrispurning frá Susannu Bertholdsen, løgtingskvinnu.

Landsstýrismaðurin vísir á, at Løgtingið í 2024 samtykti eina nýggja áseting í kappingarlógini, sum gevur Kappingareftirlitinum víðari heimildir at gera marknaðargreiningar og seta inn á marknaðum, har kappingin ikki virkar nøktandi.

Sambært Jacob Vestergaard hevur Kappingareftirlitið eisini fingið økta játtan til at seta starvsfólk burturav til marknaðarkanningar.

Hann leggur tó dent á, at talan ikki er um eitt nýtt príseftirlit, men um víðkaðar heimildir hjá Kappingareftirlitinum.

Landsstýrismaðurin vísir á, at Kappingareftirlitið longu hevur gjørt fleiri kanningar, millum annað um kommunal útboð og innkeyp, har mælt varð til betri reglur á økinum.

Eisini hevur eftirlitið arbeitt við at skapa størri gjøgnumskygni á føroyska oljumarknaðinum við at almannakunngera prísupplýsingar um brennievni.

Hetta kann sambært landsstýrismanninum hava verið við til at styrkja kappingina á marknaðinum.

Jacob Vestergaard vísir eisini á, at prísvøksturin seinastu trý árini hevur ligið á einum vanligum stigi á umleið tvey prosent, eftir at hann var serliga høgur árini 2020 til 2022.

 

##med2##

Samtíðis metir hann, at veruliga keypsorkan hjá øllum inntøkubólkum vaks í 2024 og væntandi eisini veksur í 2025 og 2026.

Um avgjaldslækkingar og mvg-frítøkur koma brúkarunum til góðar, sigur landsstýrismaðurin, at tað er ein grundleggjandi fortreyt, at tær gera tað. Men hann staðfestir samstundis, at fleiri viðurskifti ávirka prísirnar, og tí krevst longri tíð og nærri greiningar fyri at meta um endaligu ávirkanina.

 

Meira kann lesast úr fyrispurniginum við at trýsta her​​​​​​​

 

 

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, heldur, at tað framvegis er ov tíðliga at siga, um víðkaðu heimildirnar hjá Kappingareftirlitinum hava havt ávirkan á kappingina og prísgongdina í Føroyum.

Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, setti landsstýrismanninum ein grein 52a fyrispurning um málið