Drotning Sonja kemur 19. juli

Umtalaða vitjanin hjá drotning Sonju verður 19. juli

Í telduposti frá norska kongaliga hoffinum til in.fo verður staðfest, at Sonja drotning kemur til Føroya 19. juli.

 

Tað var í samband við grundlógarhald Noregs 17. mai í ár, at Heðin Mortensen fekk at vita, at Sonja drotning ætlaði sær til Føroya í summar. Heðin Mortensen fekk tá at vita, at tað fór at vera um 20. Juli, at hon kom, men nú er staðfest, at hon verður í Føroyum 19. juli.