Drotningin: Hugtakandi menning í Føroyum

Margretha drotning takkaði fyri gestablídnið í Føroyum

(Mynd: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix)

Margretha drotning hevur í kvøld hildið nýggársrøðu. Hon tosaði eitt nú um koronufarsóttina, um gransking, um ítróttaravrik og annað.

 

Drotningin nevndi sum vant eisini Føroyar í røðuni.

 

– Tað var við stórari gleði, at eg vitjaði Føroyar í summar. Eg hevði glett meg til vitjanina, segði hon.

 

– Tað er altíð ein fragd at vitja á vøkru oyggjunum, verða møtt við hjartaligum gestablídni og merkja virkishugin og drívmegina hjá føroyingum. Menningin í føroyska samfelagnum er hugtakandi. Eg fari at minnast vitjanina við stórum takksemi.

 

– Eg sendi míni nýggjársynski til øll í Føroyum við einum vinarligum: Takk fyri í summar!

 

Í ár eru 50 ár, síðani Margretha II drotning tók við.

 

(Mynd: Keld Navntoft/Ritzau Scanpix)