Í dag kemur Margretha drotning til Føroya, og í morgin byrjar almenna vitjanin hjá henni í Føroyum.
Ætlanin var, at fríggjamorgunin skuldi drotningin koma til Klaksvíkar við kongaskipinum, og síðani skuldi almenn móttøka verða ái keiini. Eftir tað skudi drotningin flúgva við tyrlu úr Klaksvík til Svínoyar at vitja.
Nú er greitt, at vitjanin í Klaksvík verður avlýst. Orsøkin er, at kongaskipið hevur maskinbrek og kemur ikki til Føroya. Tí flýgur drotningin beinleiðis úr Havn til Svínoyar fríggjamorgunin. Harvið verður Klaksvík umlopin, og drotningin sær møguliga Klaksvík úr luftini.