Meðan ungdómstingið hevur verið mest sum orðadeytt, fekk spurningurin um ferðafrádrátt ógvulig drúgva viðgerð.
Hóast ein samd nevnd mælti til at samtykkja uppskotið, gjørdist orðaskiftið ógvuliga drúgt. Meira enn hálvur tími gekk frá tí, at nevndin las tilmælið upp, til klárt var at atkvøða.
Kjakast var serliga um, hvussu hetta kundi forða fyri, at fólk flyta av landinum.
Men hóast orðaskiftið gjørdist langt og drúgt, var ikki serliga stór ósemja um sjálvt málið.
Tá atkvøtt var, vóru 27 atkvøður fyri, fýra ímóti, meðan ein atkvøða var blonk.